Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

BankNordik betraði úrslitið

Tíðindaskriv

Hóast herda kapping, lægri rentumarginal og niðurskrivingar á útlánum gjørdist úrslitið hjá BankNordik fyri ársins fyrstu níggju mánaðir 102 mió. kr. fyri virðisjavna og skatt. Til samanberingar var úrslitið 66 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør. Úrslitið áðrenn skatt var 124 mió. kr. Útreiðslurnar eru minkaðar munandi til frama fyri bæði lønsemið og kappingarførið.

Hóast herda kapping, lægri rentumarginal og niðurskrivingar á útlánum gjørdist úrslitið hjá BankNordik fyri ársins fyrstu níggju mánaðir 102 mió. kr. fyri virðisjavna og skatt. Til samanberingar var úrslitið 66 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør. Úrslitið áðrenn skatt var 124 mió. kr. Útreiðslurnar eru minkaðar munandi til frama fyri bæði lønsemið og kappingarførið.

Alsamt fleiri vinnukundar í BankNordik merkja økt virksemi, bjartari framtíðarvónir og hætta sær aftur at gera íløgur í nýggjan útbúnað og nýtt virksemi. Hetta sæst á øktu útlánunum til fyritøkur. Hinvegin eru avdráttirnir frá privatkundum framvegis størri enn nýggju lántøkurnar, og samanløgdu útlán bankans eru sostatt minkað eitt vet.

Effektiviseringin av bygnaðinum í bankanum seinastu árini er í stóran mun gagnnýtt til at stimbra kappingarførið. Kundanøgdsemið er gott og vaksandi, og BankNordik tekur virknan lut í øktu kappingini við fyrimunarligum prísum á bæði innlánum og útlánum. Afturat lægru útlánunum ber hetta tó, sum væntað, eitt ávíst trýst á inntøkur bankans við sær.

”Kundarnir hava tikið væl ímóti nýggju fyrimunaskipan okkara, ið tryggjar persónliga tænastu og samstundis gevur kundunum munandi fíggjarligar fyrimunir, tá teir savna síni fíggjarviðurskifti hjá okkum. Á henda hátt gera vit íløgur í at menna langskygd sambond við kundarnar og styrkja støðu okkara á marknaðinum”, sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik.

Rakstrarúrslit á 221 mió. kr. fyri niðurskrivingar

Inntøkur bankans taldu 640 mió. kr. ársins fyrstu nýggju mánaðir og 204 mió. kr. seinasta ársfjórðingin, tá lutfalsliga stórir skaðar settu sín dám á tryggingarvirksemi samtaksins. Útreiðslurnar eru minkaðar við 31 mió. kr. til 418 mió. kr. ársins fyrstu tríggjar ársfjórðingar.

Eftir hetta gjørdist rakstrarúrslitið 221 mió. kr. fyri niðurskrivingar í mun til 210 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør. Úrslitið fyri triðja ársfjórðing gjørdist 68. mió. kr.

Niðurskrivingarnar á útlánum fyri ársfjórðingin vóru 32 mió. kr. (netto). Fyri árið sum heild verða niðurskrivingarnar væntandi eitt sindur størri enn í 2012, tá tær vóru 115 mió. kr.

Eftir niðurskrivingar, ikki afturvendandi útreiðslur og íkast til innskjótaratrygdar-grunnin gjørdist úrslitið ársins fyrstu níggju mánaðir 102 mió. kr. fyri virðisjavna og skatt samanborið við 66 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.Úrslitið áðrenn skatt gjørdist 124 mió. kr.

Varðveita væntanirnar til ársúrslitið

BankNordik heldur fram við menningini av samtakinum í samsvari við strategi bankans, ið serliga leggur dent á góða kundatænastu, lønsemi og váðastýring.
Hóast jalig tekin í føroyska og altjóða búskapinum røkist ikki fyri øktum eftirspurningi eftir útlánum í næstum. Samstundis er eitt munandi kappingartrýst á rentumarginalin. Harafturat er roknskapur bankans í ár og komandi árini tyngdur av, at útreiðslur á uml. 25 mió. kr. fara til at byggja upp innskjótaratrygdargrunnin.

Við atliti at hesum viðurskiftum verður framvegis væntað, at heildarúrslitið fyri virðisjavna og skatt í 2013 verður 130-160 mió. kr., ið er ein munandi framgongd frá 102 mió. kr. í 2012.

Solvensur og gjaldføri eru góð

Útlán bankans eru væl spjadd við sløkum 60 % til privatkundar og almennar myndugleikar, eini breiðari spaðing á vinnugreinar og bert fáum stórum avtalum. Henda váðamyndin verður endurspeglað í solvenstørvinum á 8,9 %, ið telist millum teir lægstu samanborið við danskar peningastovnar, og sum er nær lógarkravinum um minst 8 %. Við einum solvensi á 14,5 % hevur bankin eitt rásarúm á 5,6 prosentstig í mun til solvenstørvin.

Orsakað av stóra innlánsavlopinum hevur BankNordik eitt sera gott gjaldføri, nevnliga 163% omanfyri kravda stigið.