Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

BankNordik Open leygardagin 29. juni

tíðindaskriv

Leygardagin 29. juni verður stóra kappingin BankNordik Open á golfbreytini á Glyvursnesi.

Leygardagin 29. juni verður stóra kappingin BankNordik Open á golfbreytini á Glyvursnesi.

Kappingin er skipað sum einstaklingakapping við fullum handikappi, men fyri at geva fleiri spælarum møguleika at kappast um heiðurslønirnar, verður eisini skipað fyri eini liðkapping millum lið, sum kappingarleiðslan setir saman.

Neyvaru reglurnar fyri kappingina eru lýstar á heimasíðuni www.golf.fo.

BankNordik stuðlar kappingini við at lata trimum teimum bestu í kappingini góðar vinningar. Harafturat letur bankin øllum luttakarunum eina eskju við golfbóltum.

Eisini verða vinningar latnir luttakarunum á besta liðnum í liðkappingini, umframt at aðrar smærri kappingar verða lagdar inn í sjálvt spælið.

BankNordik ynskir við hesum at stuðla golfítróttini, sum fólk í øllum aldri á lívsleiðini kunnu luttaka í. Kring allan heimin er áhugin fyri golfspælinum sera skjótt vaksandi. Golfspælarar ganga nógv og mýkja samstundis nærum alt likamið, tá sligið verður til bóltin.

Ikki er neyðugt at vera limur í Tórshavnar Golffelag fyri at kunna vera við í BankNordik Open. Kappingin er opin fyri øllum, sum hava eitt góðkent golfhandikapp á 54 ella lægri.

Tilmelding til kappingina fer fram við at senda eini sms boð til tlf. 599856 í seinasta lagi hóskvøldið 27. juni kl. 20.00