Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

BankNordik Open

Tíðindaskriv

Leygardagin 16. august skipar Tórshavnar Golffelag í samstarvi við BankNordik fyri opnari golfkapping á golfbreytini á Glyvursnesi.

Leygardagin 16. august skipar Tórshavnar Golffelag í samstarvi við BankNordik fyri opnari golfkapping á golfbreytini á Glyvursnesi.

Tað at kappingin er opin merkir, at tað ikki er neyðugt at vera limur í felagnum fyri at kunna luttaka.

Kappingin við heitinum BankNordik Open verður spæld við fullum handikappi.

BankNordik stuðlar kappingini við at lata øllum luttakarunum hvør sína eskju við golfbóltum. Harumframt letur BankNordik góðar vinningar til tríggjar teir bestu leikararnar. Eisini verða vinningar til besta liðið, sum verður samansett av kappingarleiðsluni, umframt aðrir vinningar eftir ávísum treytum í sjálvum spælinum.

Umboð fyri BankNordik letur vinningarnar eftir lokna kapping.

BankNordik ynskir við hesum at stuðla golfítróttini, sum fólk í øllum stigum á lívsleiðini kunnu vera við í. Runt allan heimin er áhugin fyri golfítróttini sera skjótt vaksandi. Tey íðkandi ganga nógv, og mýkja samstundis so at siga alt likamið, tá sligið verður.

BankNordik Open er fyri øll, sum hava eitt handikapp, sum er 54 ella lægri.

Tilmelding til kappingina fer fram við at senda eini sms-boð til 258539 ella til teldupost

hvitanes47@icloud.com í seinasta lagi hóskvøldið 14. august kl. 20.