Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bara 300 atgongumerki eftir til U21-landsdystin í Klaksvík

Jákup Ósá

Tað er stórur áhugi fyri at síggja, hvussu byrjanin verður hjá U21-landsliðnum hesa EM-undankappingina í Klaksvík.

Frá FSF frætta við, at tað bara eru áleið 300 atgongumerki eftir til dystin. Føroyar møta Andorra í Klaksvík fríggjakvøldið kl. 18.00 í fyrsta dystinum hesa undankappingina. Ókeypis upphitingartiltak verður á Akursmørk kl. 16.00. Atgongumerki á 95 kr. til dystin kunnu keypast HER