Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bara ein skipari á Polo

John William Joensen

Lesari greiður frá hugtakinum – ein skipari á Polo – sum Føroya Løgmaður brúkti tá hann varpaði Tjóðveldi út úr samgonguni.

Viðmerking/upplýsing til greinina hjá Jógvan Ósá á heimasíðuni í dag:
"Tað verður tað land, sum pápi sigur.
"

Hugtak: “Tað er bara ein skipari umborð á Polo", finst skjalprógva á síðu 15 í bókini: Minniligar hendingar eftir Edvard í Svínoy: 

Citat úr bókini:
Tað gav at býta hinaferðina maskinbáturin hekk í taklunum, skutin ov langur at ganga tvøran inn millum rigningarnar og í tilevnaða “stólin” mitt á dekkinum.
Mælskir gjørdust menn í orðadrátti, hvørt fram- ella afturendi fyrst skuldi stingast inn millum rigningarnar.
Tá kom hann (Símun) stillførur upp úr kahúttini, sáttliga spákandi fram eftir dekkinum, meðan tað læt í onkrun:
“Nú kemur skiparin!”
Tøgn fall á, nú hann spakførur tók leiðsluna, og sum smurt kom báturin upp á pláss.
Tað læt í onkrun, hvussu villiga tað gekst til síðst – tá var tað, at Símun við brosandi skemtingarsemi helt fyri: 

“Tað er bara ein skipari umborð á Polo”.

Mundi tað vara nakran, at hetta skuldi gerast eitt tiltak líka til denna dag?

skrivar Páll Heinesen í teldubrævið til Norðlýsið