Í Iceland Review skrivar Benedikt Jóhanneson, at Bárðabunga ristir framvegir. Umleið kokkan 5 týsmorgunin í vikuni rakti ein jarðskjálvti uppá 5.2 økið við eldgosið. Bara ein hálvan tíma áðrenn rakti ein annar uppá 4,2 sama økið samb. mbl.is.
Ein jarðskjálvti uppá 4.9 risti kraturi við Bárðabungu beint eftir kl. 1030 mikukvøldið. Hetta er ógvusligasta risting síðani kl. 8 úm morgunin mikudagin tá ein risting uppá 5,2 rakti økið.
Seinastu 48 tímarnir hava 22 ristingar uppá 3.0 ella meira verið við Bárðabungu.
Økið við Bárðabungu søkkur umleið hálvan metur um dagin. Síðani ristingarnar byrjaðu er økið har sokkið umleið 27 metrar, verður sagt úr Íslandi.
Aðrar keldur halda, at tað er bara spurningur um tíð nú, áðrenn økið brestur.




