Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bárður bjargaði KÍ javnleikin

Jákup Ósá

Afturvendi álopsleikarin spældi og skoraði í sínum fyrsta dysti fyri KÍ í ár, tá 07Vestur vitjaði í 1.deild.

07Vestur byrjaði nógv betri og sat á dystinum fyrstu løtuna. Størsta partin av fyrra hálvleiki hevði útiliðið yvirvág og tað vóru eisini teir, sum fingu tvey mál í fyrra hálvleik. KÍ liðið mentist sum hálvleikurin leið og onkrar góðar støður uppstóðust.

Í seinna hálvleiki sóu vit eitt heilt annað KÍ, sum setti seg á dystin. Nógv bleiv lagt fyri í nærdystunum og tað kostaði eisini nøkur kort. KÍ minkaði um munin, tá Rudolf Eliasen stírdi frísparksinnleggi frá Jóannes Bjartalíð í málið. Og løtu seinni javnaði KÍ. Innskifti Ragnar B. Danielsen sendi góðan bólt út í vinstru síðu til Jóannes Bjartalíð, sum sendi innfyri og har kastaði Bárður Johnsson Heinesen, sum nú hevur flutt spæliloyvið til KÍ úr HB, seg eftir bóltin og hann fekk onkursvegna prikað hann inn um strikuna til 2-2. Seinastu løtuna trýstu bæði liðini fyri at fáa vinnandi málið, men endaliga úrslitið í undirhaldandi dystinum gjørdist 2-2.

Javnleikurin viðførdi, at bæði liðini vera liggjandi, har tey lógu frammanundan. KÍ liggur á 9. plássi við 12 stigum, sum er 1 minni enn EB/Streymur á 8. plássi. Meðan 07Vestur liggur á 3. plássi við 30 stigum, sum er 1 minni enn B36 á 2. plássi.