Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bárður, Jógvan og MC í Norðurlandahúsinum

John William Joensen

Sunnukvøldið 10.februar kl 19:30 verður stórsligin konsert í Norðurlandahúsinum, tá feðgarnir Bárður og Jógvan á Lakjuni og MC Restorff trína á pall.

Sunnukvøldið 10.februar kl 19:30 verður stórsligin konsert í Norðurlandahúsinum, tá feðgarnir Bárður og Jógvan á Lakjuni og MC Restorff trína á pall.

Um miðjan november í fjør góvu feðgarnir út fløguna ‘Gakk tú tryggur’, og um sama mundið kom fløgan hjá MC ‘Sanganna veingir’ eisini á marknaðin.

Tað er í hesum sambandi, at henda konsertin er fingin í lag. Á konsertini verða sjálvsagt løg av fløgunum báðum framførd – umframt at Jógvan, Bárður og MC framføra okkurt í felag.

Uppsetingin er rættiliga stór, tí umframt vanligu ljóðførini sum klaver, bass, guitar og trummur, verður ein strúkikvartett, harmonika, horn, floyta o.a. eisini partur av ljóðmyndini.

Kórrøddir úr Siloakórinum og eitt fitt, lítið barnakór verða á palli saman við við feðgunum.

Sirikit Jacobsen, Dánjal Lindarstein, Bárður Tindskarð og Eli Smith fara at syngja saman við MC.

Konsertin verður 10.februarkl 19:30

Meiri kunning áwww.nlh.fo