Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bárður Olsen venur við HB

Jákup Ósá

Tað váttar Heðin Askham, sum er venjari hjá HB.

Fyri stuttari tíð síðani fóru Bárður Olsen og AB hvør til sítt, tá tað kom fram, at leikarin var givin í AB. Bárður hevur spælt við AB í ár og í fjør, men var í 2013 ein lyklaleikari á FM liðnum hjá HB. Og tað er til HB, at Bárður fyribils er farin aftur. Tí í vikuni hevur hann vant við HB, váttar Heðin Askham, sum er høvuðsvenjari hjá HB.

– Bárður er uttan sáttmála og venur við okkum fyri at halda seg í venjing. Vit samráðast ikki í løtuni, men ein skal ongantíð siga ongantíð í fótbólti, svarar Heðin uppá fyrispurning, um Bárður verður at síggja í HB, tá flytingarvindeygað letur upp í summar.