Børnini í Dr Margrethu Barnagarði hugnaðu sær óført í dag.
Týsdagin var jólafrokostur í Dr Margrethu Barnagarði, har børnini hugnaðu sær við alskyns sløgum av viðskera. Børnini høvdu viðskeran við heimaní frá, sum tey so settu á eitt vældekkað borð úti í gongini. Jólanissur gingu og hjálptu børnum við at fáa onkran lekkran bita uppá tallerkarnar.
Tiltakið, ið afturvendandi á hvørjum árið uppundir jól, riggaði óføra væl. Børnini og pedagogarnir hugnaðu sær óført saman, sum tað sæst á myndunum.
Tá vit eru komin nærri uppundir jól, sleppa foreldrini eisini við til hugnaliga jólasamveru í Dr Margrethu Barnagarði.
Norðlýsið fekk myndir frá tiltakinum, sum liggja í slideshowinum.




