Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Barnafagnaður 2003 – eitt sera væl eydnað tiltak

John William Joensen

Umleið 500 børn og 100 starvsfólk frá dagstovnum og dagrøktini vóru við í tiltakinum sum endaði við skrúðgongu niðan á plenina seinasta fríggjadag

Við egnum orkestri á odda við sjálvgjørdum trummum komu býarbørnini gangandi í skrúðgongu heim úr Klaksvíksgarðinum og niðan á plenuna.
Í alskins búnum og við bannarum, balónum kom henda stuttliga og serstaka skrúðgonga heim gjøgnum býin meðan foreldur runnu við myndatólum.
Komin niðan á plenuna vóru fyrst nakrir felagssangir á skránni, sum Hans Hjalti Skaale, skipaði fyri. Arnfríð og Rannva sungu eisini nakrar sangir og síðani vitjaðu klovnar.
Tiltakið á plenuni endaði við at børnini fingu ein matpakka, sum serliga var gjørdur til dagin.
Síðani var farið norður í Býráðshøllina har ein listaframsýning var til heiðurs fyri børnini.
Evnið fyri  barnafagnaðin var myndlist, og tað stóð børnunum frítt at evna myndir burtur úr máling, steinum, tara o.ø.
Listaframsýningin var sera hugtakandi og ein kann ikki annað siga enn at listin hjá børnunum er minst líka áhugaverd, sum tann hjá okkara meiri framstandandi listamonnum.
 
430 børn í skipanini
Sigrun Vágstún, dagrøktarleiðari, sigur at tað eru í løtuni umleið 430 børn á dagstovnunum og í dagrøktini.
”Tað var sera stuttligt hjá okkum, sum arbeiða í skipanini at síggja hvussu góð undirtøkan var millum børn og foreldur. Eg veit um foreldur, sum tóku sær fríð fyri at verða við í skrúðgonguni, og tá komið var niðan á fótbóltsvøllin var fótbóltsskýlið fult av foreldrum og avvarðandi.”
Sigrun sigur at ætlanin er at tiltakið skal verða afturvendandi.
 
Børnini í fokus
Tað eru umleið tríggjar vikur síðan at børn og starvsfólk á dagrøktarskipanini byrjaðu at arbeiða við tiltakinum.
Jóhanna Lassen, leiðari fyri ”Drotning Margrethu Barnagarðin”, sigur at børnini hava gingið upp í tiltakið við lív og sál.
”Vit avgjørdu at evni fyri dagin skuldi verða myndlist, og so kundu børnini sjálvi velja hvat og úr hvørjum tey evnaðu tingini.
Hvønn dag hava børnini so arbeitt við at evna myndir  og hevur hetta verið spennandi bæði hjá børnum og starvsfólki.
Skal eg siga sum er, so bleiv eg rættuliga rørd tá eg sá hvussu nógv foreldur vóru møtt upp til tiltakið og serliga listaframsýningina í býráðshøllini.”
Jóhanna sigur at hetta er bert aðruferð tey skipað fyri slíkum tiltakið, men at ætlanin er at hetta skal verða ein fastur táttur.
”Tó hava vit tosað um at tað er betur at hava tiltaki um vári enn um heysti, av teirri orðsøk at vit plaga at fáa nýggj børn inn á stovnarnar um heysti.”
 
Myndaframsýningar
Hóast tiltakið endaði seinasta fríggjadag, so sigur Jóhanna at tey ætlað at hava ein framsýning við myndunum, sum børnini á stovninum hava gjørt. Nær hetta verður fara vit at frætta seinri.