Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Barnafrádrátturin hækkar

Tíðindaskriv

Nú fíggjarætlanararbeiðið fyri 2017 er byrjað, hevur verið arbeitt við at fastleggja raksturin. Hetta arbeiði er ein stór avbjóðing, tá ið tíðirnar eru góðar, og nógv ynski eru frammi.

Hóast endalig semja um fíggjarætlanina ikki fyriliggur, hava vit í Fólkaflokkinum fingið semju um, at barnafrádrátturin skal vaksa kr. 1.000 fyri barnið, úr kr. 4.500 upp í kr. 5.500.

Í arbeiðnum hava vit roynt at tálmað raksturin, og verður tað avbjóðandi at arbeiða víðari fyri at fáa fíggjarætlanina fyri 2017 at hanga saman. Endalig viðgerð verður í býráðnum síðst í november.

Fólkaflokkurin í Klaksvíkar Býráði

Gunvá við Keldu

Eyðstein Ó. Poulsen

Atli S. Justinussen

Herfrí J. Sørensen

Erling Petersen

Harleywoodpaint