Tað hevur verið vanligt tey seinastu árini, at stovnarnir, ið ansað børnunum undir skúlaaldur, hava havt Barnafagnað har arbeitt hevur verið við ymiskum evnum.
Í ár hava tey valt at vapra ljós á málsliga menning og sum parktiskt arbeiðsevni hava tey valt: Rithøvundar, barnabókmentir/útgávur og frásagnir.
Ídag vitjaði Norðlýsið Fjallafípuna, Dr. Margrethu Barnagarð og Útistovuna hjá Myulnuhúsinum úti í Grøv.
Stuttligt var at síggja hvussu nógv var gjørt burturúr og hvussu ymisksligt teir ymsu stovnarnir høvdu valt at fara inn í ymisku evnini.
Í dr. Margrethu Barnagarði høvdu tey valt at byggja húsini hjá Pippi og Astrid Lindgren var eisini evnið hjá Fjallafípuni, har tey høvdu valt at gera eitt bókasavn.
Útistovan hjá Mylnuhúsinum hevði hinvegin valt Hans Andrias Djurhuus og hansara barnabøkur sum evni.
Um ikki grind ella okkurt annað ógvusligt kemur uppí, so fara vit at vitja fleiri stovnar í morgin.
Ætlanin er at enda týsdagin í komandi viku við skrúðgngu og Branafagnaði á Djúpumýru.
Her nakrar myndir frá ídag




