Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Barnagarðurin reistur

(Norðlýsið – Tíðindi)

Í dag var reisigildið á Traðargøtu, tá nýggi barnagarðurin varð reistur.

Í fínasta veðrið var fitt av fólki samankomið, tá Merkið var vundið á stong.

Borgarstjórin, Steinbjørn Jacobsen, flutti fram røðu, har hann m.a. kom inná, at hetta er fyrstu ferð í søguni, at Klaksvíkar Kommuna letur byggja ein nýggjan barnagarð.

Tað er Tróndur Fuglø, ið hevur teknað barnagarðin.

Eftir ætlan skal barnagarðurin, sum byggifelagið Kanjon byggir, verða liðugur komandi summar.

Kostnaðurin fyri teir 700 m2, er góðar 9 mió. kr.

Ábit var til tey umleið 30-40 fólkini, sum vóru møtt til hátíðarhaldið.