Í morgin kl. 10, letur kendi handilin við barnaklæðum WELL upp í nýggjum hølum við Klaksvíksvegin. Sum flestum kunnugt, so hevur Joan Øregaard búleikast heimanfyri Fornagarðar, ella við Sandin, við handlinum Well.
Eftir at húsini har handilin Image higartil hevur hildið til við Klaksvíksvegin vóru til sølu, gjørdu tey bæði Joan og Hans Christian Øregaard av at keypa og flyta av Fornagørðum og í nýggju íløguna tey hava gjørt í Víkunum.
Norðlýsið vitjaði inn á gólvið í morgun, Joan Øregaard segði, at hon var sera fegin um nýggju rammurnar, sum barnahandilin Well hevur fingið. Sjálvandi, tað tekur eina tíð at koma rættuliga upp á pláss í hesum nýggju umstøðunum hjá okkum. Vit hava eitt sera fjøltátta úrval til børn, líka frá barnavognum um klæðir og annað mangt og til barnaskógvar, so her verður ríkiligt til einhvønn tørv sum børn og hálvvaksin kunnu hugsa sær av klæðum, ið eru frammi í tíðini.




