Badmintonhøllin í Klaksvík var at kalla ov lítil – ja, hon var stúgvandi full av glaðum og spentum børnum, foreldrum, ommum og og abbum.
Badmintonhøllin í Klaksvík var at kalla ov lítil – ja, hon var stúgvandi full av glaðum og spentum børnum, foreldrum, ommum og og abbum.
Erling, politistur hevði tað blíða, men mynduga andlitsbráið og helt væl skil á øllum saman við Jógvan politimeistara, so alt gekk lagaliga fyri seg.
Børnini sungu væl við og lagið var gott saman við góða tónleikinum. Seinni í dag fera Jógvan Skorheim, borgarstjóri at takka fyri – Tunnilsdagur er, og tí er frítt at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin til Klaksvíkar, hetta er kanska eisini viðvirkandi til at so nógv fólk eru, men umstøðurnar eru góðar og rúmligar – so hetta ber alt væl til.
Umframt fjølbroytta kórsangin og stóra Kula Róta konsert, so fara Klæmint Klakk og kompaní og Trølla Pætur og Trølla Omma eisini at undirhalda. So har er nógv at fara til at fáa eina góða og hugnaliga løtu á barnakórstevnuni í Kalsvík.




