Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Barnasál, hertikin av synd …

Sprotin

Barnasál, hertikin av synd í sunnudagsskúlanum, og maður, hertikin av svølti í stórbýi. – Orð og tónar hóskvøldið 22. okt. kl. 20:00.

Barnasál, hertikin av synd í sunnudagsskúlanum,

og maður, hertikin av svølti í stórbýi.

Orð og tónar hóskvøldið 22. okt. kl. 20:00

Nýggj føroysk skaldsøga og nýtýtt høvuðsverk í norðurlendskum bókmentum í Orðum og tónum hóskvøldið 22. oktobur.

Tónleikin hesa ferð eiga Guðrun og Bartal.

Jonhard Mikkelsen leggur fram nýggju skaldsøguna Hinumegin garðin eftir William Smith.

Eftir innleiðsluna fara høvundurin og Marjun Bæk, prestur, at tosa um høvuðsevnið í skaldsøguni: sunnudagsskúlin og barnasálin.

Hans í Líðini fer at lesa brot úr bókini.

Eftir steðgin tosar Guðrun Gaard stutt um skaldskapin eftir Knut Hamsun við serligum atliti at Svølti. Vit síggja brot, sum er 5 minuttir úr filmaðu útgávuni, og síðan tosa Guðrun og Edvard um Svølt og at týða hana.

Skráin er henda:

20:00 Vælkoma og kunning um mongu nýggju útgávur Sprotans.

20:05 Hinumegin garðin

Jonhard Mikkelsen leggur nýggju skaldsøguna fram

William Smith, rithøvundur, og Marjun Bæk, prestur, tosa um sunnudagsskúlan og barnasálina.

20:45 Tónleikur – Guðrun og Bartal

20:55 Steðgur

21:05 Guðrun Gaard tosar stutt um skaldskapin eftir Knut Hamsun

21:15 5 minuttir úr filminum Svøltur

Guðrun Gaard og Edvard Olsen um Svølt og at týða bókina.

21:45 Tónleikur – Guðrun og Bartal

Kaffi, vín og øl er til keyps at hava afturvið.

Til ber at ogna sær fleiri nýggjar, úrvaldar bøkur fyri serprís.

Orð og tónar er ókeypis tiltak, ið verður hildið eitt kvøld um miðjan mánaðin frá kl. 20:00 til á leið 22:00 á Reinsaríinum. Endamálið er at uppliva, njóta og skifta orð um bókmentir, tónleik og aðra mentan saman. Tað, ið eyðkennir tiltakið, er, at ymsar mentanargreinar verða tvinnaðar saman, so sum bókmentir, leiklist og tónleikur.

Fleiri upplýsingar fáast hjá Poul F. Guttesen, poul@sprotin.fo ella á tel. 22 41 23.