Nú heystið so smátt er komið, fer Klaksvíkar bókasavn aftur at skipa fyri tiltøkum fyri børnum í skúlaaldri
. Fyrsta tiltakið verður mikudagin 17. september kl. 17.00. Tá verður møguleiki hjá børnunum at koma á bókasavnið at gera ymiskt spennandi úr pappíri eisini kalla origami.
Síðani verður eitt tiltak um mánaðin fram til maimánaða. Ymiskt er, hvat verður á skránni, og skrá yvir tiltøkini fæst á bókasavninum.
Saman við barnaansingarstovnunum hevur bókasavnið í fleiri ár skipað fyri tiltøkum fyri børn undir skúlaaldur. Hesi tiltøk eru fríggjamorgnar kl. 10.30. Næsta tiltak verður 19. september fyri tey 0 – 3 ára gomlu, og verður tað Dr. Margrethes Barnagarður, ið skipar fyri. Skrá yvir hesi tiltøk fæst eisini á bókasavninum




