Á veg úr Kalsoynni til Klaksvíkar, mest við fólki til jarðarferð, noyddist Barsskor biðja um sleip frá Ternuni, sum fyri tíðina er í sigling fyri Dúgvuna.
Í skrivandi stund er ikki greitt hvat hendi við Barsskor, men sum skilt, so er eitthvørt smáóhapp og ongin vandi fyri ferðafólk ella manning.




