Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bartal: Avgerðin er endalig

Jákup Ósá

Bartal Eliasen hevur tikið støðu til, hvussu verður við fótbóltinum hjá honum í 2016.

Bartal Eliasen hevur tikið støðu til, hvussu verður við fótbóltinum hjá honum í 2016.

Í longri tíð hevur ljóðað, at royndi ÍF verjuleikarin Bartal Eliasen ikki fór at spæla fótbólt á hægsta stigi í 2016. Og leikarin sjálvur váttar nú, at hansara støða er endalig.

– Eg havi avgjørt, at eg steðgi nú. 23 ár í bestu deildini er nokk og eg føli, at eg kann ikki bjóða mínum kroppi, mínari familju og mínum arbeiðsplássi tað meir, sigur ein avgjørdur Bartal Eliasen við Norðlýsið.

Bartal Eliasen spældi 18 dystir fyri ÍF í ár. Bartal er sambært FaroeSoccer skrásettur fyri 372 dystir og 72 mál í Effodeildini.