Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bartal og Høgni leikbann móti KÍ

Jákup Ósá

Tað gjørdist ein sera dýr yvirtíð fyri fuglfirðingar í dystinum á Svangaskarði móti NSÍ.

Eitt er, at Einar Tróndargjógv avgjørdi dystin fyri NSÍ, tá 6 minuttir vóru leiktir av yvirtíðini. Men í yvirtíðini fingu bæði Bartal Eliasen og Høgni Madsen gul kort. Fyri Bartal var tað gult kort nummar 5 og fyri Høgna nummar 10. Tað merkir, at báðir hava leikbann, tá ÍF vitjar KÍ á Summar Festivalinum. Talan er um tveir royndar og týðandi leikarar hjá ÍF sum hóast tapið á Svangaskarði framvegis liggur greitt á 2.plássi í Effodeildini.