Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bátahugni í fagrasta veðri

Dávur Winther

Í fjør høvdu 40 bátar hava teknað seg til bátahugnan í Klaksvík – tað er ikki minni í ár hetta vikuskiftið, siga fyrireikararnir.

 

Anskar Hansen vant Merkið á stong í dag og var spentur uppá bátahugnan, sum er á skrá hetta vikuskiftið.

Nógv tilrigging og stákan er á havnalagnum og hann boðar frá fagrasta verði – tað er lítt og sól í dag – sama góðum veðrið í kvøld og í morgin siha veðurfólkini.

Skráin sær hugalig út við felagssangi, regattasigling og ókeypis grillaðum matur til øll eru bert nakrar av perlunum, sum kunnu upplivast á ársins bátahugna í Klaksvík

 

Fríggjadagur 12. juli:

  • Hugni við felagssangi í tjaldinum kl. 20.00

 

Leygardagin 13. juli:

  • Morgunmatur í tjaldinum kl. 9 til 11.
  • Regattasigling frá Húsum á Kallsoynni kl 14.00. (Ættin og sjóvarfallið avgerð hvar frá)
  • Koma til kei umleið kl 15.00
  • Tónleikur á økinum kl 15.30
  • Grillað til øll kl 17.00. Ókeypis!
  • Hugni í tjaldinum har bátsfólk framføra

 

Sunnudagur 14. juli:

  • Morgunmatur kl. 9.30

 

Møguligar broytingar og kunning verða á facebook síðuni hjá Norðoya Bátafelag.

Legg eisini merki til ferðsluna, sum er broytt eftir havnalagnum, so bilar ikki koyra framvið teltinum og har umvegir!

Eingin innkoyring frá Sløkkiliðsstøðini til bátaøkið og innkoyring forboðin niðanfyri FK til bátaøkið.

Umráðandi, at fólk taka væl uppeftir sær!

 

Góðan bátahugna!