Bátahylurin í Borðoyarvík varð gjørdur í 1980-unum, tó uttan at verða gjørdur liðugur, t.d. er eingin dráttur á økinum. Sum tíðin er gingin er annað virksemi komið á økið, so sum aling, Trygdarmiðstøð, og nú er ætlanin at gera eitt grótbrot á økinum.
Eg havi einki ímóti, at annað virksemi skal hava pláss á økinum, men hetta virksemi eigur ikki at ganga útyvir smábátarnar, sum hylurin av fyrstan tíð varð ætlaður til.
Ein framtíðar loysn kundi verið at gjørt eitt nýtt atløgupláss til alingina á Oyralandinum.
Ein heildarætlan eigur at verða gjørd fyri bátahylin, fyri hvørjar dagføringar skulu verða gjørdar, og hvat annað virksemi skal vera á økinum.
Petur Martin Hansen, formaður fyri Norðoya Javnaðarfelag




