Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bátanir vestanfyri hava fingið væl

Jóin Sigurðsson

Henda tíðin var mett gott til útróður fyrr í tíðini. Tað sær út til, at bátarnir nú eisini fáa meira,

enn annars hevur verið leingi, og tað er at fegnast um.

Norðuri á Eiði fækkast útróðrabátarnir eisini, men nú bragdaði aftur á Eiði. Tríggir hava treiskast, og nú fáa teir hampuligt fiskarí.

Teir royna her norðanfyri og nakað vestanfyri. Gordrúgvin, Gunnvá og Luttur hava hesa vikuna fingið 3 – 5 útróðrardagar.

Teir avreiða á Eiði, og hava fiskað út ímóti 7000 pundum hvønn dagin. Ein fekk hálvtíggjunda tann eina dagin. Mest toskur og nakað av hýsu.

Prísurin er hampuligur, siga teir. Vónandi fer nú at bragda við útróðrinum frammyvir!

Myndin er tikin á Oyrarbakka í dag, har Gordrúgvin og Gunnvá halda til. Luttur er á Eiði.