Helvitis norðoyingar!!! – Pakki tykkum burtur fuglakrímsraktir Skurðar! – ein løtu var illstøða tá grindin fór sundur í tveir bólkar
Tað gav at bíta tá einans 40 hval komu á Gøtu í gjár, tí klaksvíksbátar vóru skuldsettir fyri at hava silgt beint ígjøgnum grindina við tí í hyggju at fáa ein part til Klaksvíkar.
– Teir aktaðu ikki boðunum frá formanninum, teir átti at verið meldaðir segði ein gøtumaður vit tosaðu við.
Frá politiinum verður sagt at tað var nakað um hetta tosið tí fólk hava klaga um hetta, men eingin formell melding er tó komin. Tað er eisini iviningarsamt um ein slík fráboðan kann fylgjast upp tí trupult kann vera at rættarfylgja bátum, tí tað eru uttan iva fleiri meiningar um hvat veruliga fór fram, var sagt av politstøðini.
Men sum heild gekk gott og hóast omanfyrinevndu illsinnisglepsini fullu, so var gott lag á monnum baði á Gøtu sandi og á bryggjuni í Klaksvík.




