Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Bátarnir hjá Varðanum rigga til

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Flestu bátarnir hjá Varðanum hava verið til ymiskt eftirlit og í løtuni liggur Finnur Fríði í Klaksvík og fær settan ein nýggjan hekkukrana í, sum KSS hevur útvegað og setur upp.

Teir rokna við at fara til makrel um hálvan august ella seinni.

Tróndur í Gøtu hevur ligið rættiliga leingi, men hevur nú tríggjar tær seinastu vikurnar verið á royndarveiðu fyri Havstovuna og liggur nú á Runavík, til farið verður eftir makreli.

Jupiter, sum er frá 1994 lá so beskeðin yviri á Hulkinum á Strondum. Hann er seldur til Kollafjarðar, Jógvan Martin Ferjá hevur keypt og manningin á Jupiter er farin umborð á Trónda í Gøtu.

Manningin, sum hevur verið við Tróndur í Gøtu er farin umborð á Gøtunes, sum fyrr æt Gitte Henning – Gøtunes hevur kvoturnar hjá Jupiter og lata teir væl at skipinum, sum er stórt og róligt.

Varðin hevur havt hetta skipið, Gøtunes í eitt ár og hevur tað roynst teimum væl.