Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bátarnir úr Norðoyggjum fingu góð úrslit til ódnartøk

Jákup Ósá

Fimm gull heiðursmerki til Norðoyggjar.

Í gjár var síðsta umfar av ódnartøkum. Hesi geva viðhvørt eina ábending um, hvussu úrslitini vera á norðoyastevnu.

Hjá 10-mannaførum var bara Norðingur tilmeldaður, so hann tóði saman við 8-mannaførum. Norðingur, sum vann teir báðar síðstu róðrarnar í fjør, lá um tvey sekund framma nfyri besta 8-mannafarið hvønn róður.

Og tað er ikki bara Norðingur hjá NHR, sum væntast at koma at kappast í oddinum. Tí 6-mannafarið Sundabáturin hjá monnum hevur staðið seg væl og í gjár vann hann allar tríggjar róðrarnar til ódnartøkini.

Hjá KRF vóru tað yngru manningarnr sum stóðu seg serliga væl. Fípan Fagra vann hjá dreingjum 14-16 ár, meðan báðir sigrarnir í barnaróðrinum endaðu í KRF hjá Teklu og Sævarmoy.

 

Harleywoodpaint