Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

BBC og politiið fáa harðar átalur fyri handfaring

John William Joensen

– Hugsað tær til hvussu tað kendist at verða Cliff Richard, tá hann var uppringdur í summarfrí í Portugal av vinmanni, sum bað hann tendra sjónvarpið, tí BBC sendi beinleiðis meðan politiið rannsakaði heim hansara í Onglandi? Cliff visti einki um hetta og hevur sjálvur greitt frá hvussu óveruligt og ræðuligt hetta var. Hann kendi seg sum eitt agn, sum verður krøkt uppá ein húk til at lokka allan heimin, sigur eitt vinfólk hjá Cliff Richard við BBC.

Hugsað tær til hvussu tað kendist at verða Cliff Richard, tá hann var uppringdur í summarfrí í Portugal av vinmanni, sum bað hann tendra sjónvarpið, tí BBC sendi beinleiðis meðan politiið rannsakaði heim hansara í Onglandi? Cliff visti einki um hetta og hevur sjálvur greitt frá hvussu óveruligt og ræðuligt hetta var. Hann kendi seg sum eitt agn, sum verður krøkt uppá ein húk til at lokka allan heimin, sigur eitt vinfólk hjá Cliff Richard við BBC.

Cliff Richard hevur ongantíð verið feitur, men seinastu tvey árini hava tikið honum hart og kendist tað sum at klemma húð og bein seinast vit møttust, sigur Gloria Hunniford við BBC, sum í mong ár hevur verið eitt av nærmastu vinfólkunum hjá Cliff Richard.

Cliff hevur ongantíð verið ákærdur fyri nakað og tí er tað óskiljandi at politiið hevur almannakunngjørt tær kanningar sum hava verið í hesum málinum, segði hon.

Politiið hevur biði Cliff Richard um umbering fyri tað sum er likið út til pressuna, skrivar BBC.

Les meira um málið her

Harleywoodpaint