Búskapar-redaktiónin hjá viðurkendu ensku sjónvarpstøðini BBC setur í hesum døgum fokus á Ísland.
BBC skrivar á heimasíðuni at í løtuni berjist íslendska stjørnin einsamøll í ógusligum fíggjarligum ódnarveðrið.
– Hvussu ber tað til at ein búskapur, sum er á stødd við ensk feløg sum Marks & Spencer, er komin í tað støðu at hava ábyrgd av vinnurekandi bankum, sum hava ein váða sum svarar til fimm ferðir samlaða landsbúskapin?
– Hví er tað komið so langt, at landsins stjørnarleiðari – Geir Hardaer – noyddist beinleiðis í sjónvarp at greiða tjóðin frá at álvarsamur vandi er fyri at íslendska tjóðin fer á húsagang?
Tað fara at ganga dagar áðrenn vit fara at síggja nakað svar uppá hesar álvarsomu spurningar – men tað hevur alstóran týnding fyri trúvirði íslendinga at finna tey, skrivar búskaparredaktiónin hjá ensku sjónvarps- og útvarpsrásini BBC.
– Bankar undir ivasomum eftirliti, við høgum rentuavkasti, fingu eina rúgvu av kapitali kring um í heiminum við sær í eina marglætisveitslu.
– Stórt uppfinnsemið var nýtt til at lána pengar út serliga til íslensk feløg, sum fóru á eina sanna innkeypsferð gjøgnum Evropa.
Stór bretsk virki fingu stórar fyrimunir av høgum rentum frá lánum úr íslendsku stovnum.
Heilsølu-marknaðurin gav lánifyritøkum eina áhaldandi streyma av likvidum peningi, og hetta spreiddi seg gjøgnum íslendsku fíggjarfyritøkurnar.
Alt endar aftur í Íslandi.
Eingin í íslendsku stjørnini, ella í fíggjarkervinum legði merki til at íslendsku bankarnir vuksu seg størri enn samlaði landsbúskapurin og harvið hvurvu møguleikarnir hjá landsins leiðarum at haldað um stýrisvølin.
Tá so figgjarkreppa breiddi seg kring um í heiminum stóð íslendska modellið fyri fríðum fallið.
Fíggjarmarknaðurin fann skjótt út av hvussu veikur íslendski búðskapurin í veruleikanum er.
Íslendska gjaldoyra fall í stórum og alarmklokkur fóru at ringja allastaðir í íslendska fíggjareftirlitinum.
Lyftir og spurningar
Síðan mánamorgunin er ein røð av sjálvsomum hendingum farnar fram í íslandi.
Forsætisráðharrin, Haarde, kunngjørdi at láni møguleikarnir hjá íslendsku bankunum vóru uppbrúktir.
Stjørnin noyddist at steðgla allari sølu av bankapartabrøvum.
Triðstørsti bankin Glitnir varð yvirtikin av statinum.
Sama kvøld var ein sera løgin tíðindafundur har forsætisráðharrin kunngjørdi ógvisligar heimildir til fíggjareftirlitið har bankar vóru trýstir til at leggja saman ella verða yvirtiknir av statinum.
Forsætisráðharrin greiddi frá álvarinum í fíggjarkreppuni og segði at stjørin fór at gerða alt fyri at fáa banka-sektorin aftur á føtur – á sama støði sum áður.
Men hetta var lættari sagt enn gjørt.
Tað skuldi skjótt vísa seg at verða sera trupult at fáa íslendsku bankarnar burtur úr stóru íløgum teir høvdu gjørt uttanlanda.
Lagið millum ráðharrar í íslendsku stjørnini bleiv alsamt verri.
Týsdagin var aftur boða til tíðindafund har forsætisráðharrin enn einaferð skuldi tosða beinleiðis til tjóðina.
Hesuferð á einum heldur løgnum staði – á loftinum hjá eini matstovu í Reykjavík.
Her bleiv kunngørt at næststørsti bankin í Íslandi nú eisini var tjóðartikin.
Hóast bankin hevur stórt virksemi í Bretlandi, so kundi forsatisráðharrin einki siga um støðuna hjá feløgum bankans í Onglandi. Ei heldur hevði hann nakað at siga teimum sum høvdu innistandandi í deildunum í Onglandi.
Hann greiddi frá at stjørnin var í samband við russisku stjørnina um at hjála tjóðbankanum við kontantum peningi í útlendskum valuta.
Samstundis nýtti hann høvið at finnast at øðrum londum – uttan at nevna tey við navnið – fyri ikki at verða komin íslandi til hjálpar.
Sum tíðindafundurin leið bleiv støðan alt meira spent og fíggindalig.
Fleiri íslendsk blaðfólk spurdu hví so nógv mistøk vóru gjørd og hví leiðslurnar í kreppuraktu íslendsku bankunum sloppu at sita í sessum sínum.
Men forsætisráharrin vísti hesum spurningum frá sær.
Haarde, segði at hann ikki fekk seg at trúgva at Ísland fór á húsagang?
Men hetta verður ikki nakað sum íslendska stjørnin kemur at avgerða.
Í løtuni roynir íslendska bankakervið at trekkja seg aftur fyri møguliga at endurbyggja búskapin á einum lægri støði.
Men trupuleikin hjá íslendsku stjørnini er at altjóða marknaðurin er longu við at taka fíggjarliga grundarlagið undan landinum og tjóðartøkurnar kunnu í ringasta føri gera tað at eisini Tjóðbankin fer á húsagang.
Tí eru tað færri og færri sum trúgva útmeldingunum frá íslendsku stjørnini, og spurnartekin mugu eisini setast við um íslendska stjørnin hevur sovið í tímanum og tí hevur mist alla ávirkan á gongdina í búskapinum, skrivar redaktiónin fyri búskapi hjá ensku sjónvarps- og útvarpsrásini BBC




