Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Beiggin fekk eisini fløskupost aftur úr Norra

John William Joensen

Í seinastu viku skrivaðu vit at Fløskuposturin hjá Martin Hoydal Poulsen varð funnin á strondini í Brennviksand í Norra og í vikuni varð fløskuposturin hjá beiggja Martin, funnin norðanfyri Bergen

Á jómandegnum í fjør vóru nógvir fløskupostar tveittir vestanfyri Háskúlan.

Millum tey umleið 300 børnini var eisini 6 ára gamli Símun Hoydal Poulsen.

Hetta var ein góður dagur fyri Símun tí umframt at hann fekk heiðursmerki í fiskikappingini á Kósabrúnni so luttók hann eisini í vatnkrígginum millum útróðrarbátar á Vánni.

– Eg stóð við eini spulislagnu – og tað var sera stuttligt, greiður hann frá.

Spurgdur um hví hann heldur at júst fløskuposturin hjá honum er komin afturí aftur er hann sera avgjørd.

– Eg kastaði fløskuna so langt sum eg orkaði!

Tað er sera sjálvtsamt at báðar fløskurnar hjá beiggjunum Martin og Símun eru funnar aftur i Norra.

Denne flaske post fant jeg pa Svellingen 3/1-09.
Svellingen ligger i Øygarden Kommune 6 míl nord for Bergen.
Jeg er ein mann på 55 år sum ofte går tur langs sjøen.

Helsing
Steinar Hellesund