19 ára gamli Beinir Johannesen tók øll á bóli við sínum framúrskarandi úrslitið til býráðsvalið týskvøldið.
Fólkaflokkurin í Klaksvík fekk á býráðsvalinum í ár eitt nýtt stjørnuskot. 19 ára gamli Beinir Johannesen stillaði upp fyri fyrstu ferð og hann gjørdi ikki mætari enn at fáa 170 atkvøður. Hann gjørdist nummar fýra í persónligum atkvøðum fyri alla kommununa. Røddir hava verið frammi um, at hann er yngsti politikarin, ið er valdur inn í Klaksvíkar Kommunu, men hetta hava vit ikki fingið váttað enn. Tað er óhoyrt, at eitt so ungt valevnið fær so nógvar atkvøður fyrstu ferð viðkomandi stillar upp. Og Beinir var eisini sjálvur ovfarin av úrslitinum, tá hann fekk uppringing úr KÍ høllini meðan talt bleiv upp.
– Eg var farin at taka plakatir niður og tók tað róligt. Eg vónaði at fáa eini 70-80 atkvøður og kanska vera við í kappingini um síðsta sessin hjá Fólkaflokkinum. Men at eg skuldi fáa so nógvar atkvøður hevði eg ikki droymt um, segði Beinir Johannesen við Norðlýsið beint eftir, at tað gjørdist greitt, at hann var trygt valdur inn í nýggja býráðið í Klaksvík
Spurningurin er so, um hetta bara var byrjanin til eina stóra politiska leið hjá unga klaksvíkinginum. Løgtingsval verður um 3 ár, um val ikki verður útskrivað í úrtíð, og býráðsval um 4 ár. Tískil hevur Beinir væntandi góða tíð til bæði at venja seg við politiska arbeiðið og at taka støðu til, um hann møguliga stillar upp til løgtingsvalið.




