Flogbóltur, Keypmannahavn: Tær tríggjar føroysku í Amager VK, sum nú í gjøgnum eitt heilt kappingarár hava stríðst fyri at vinna sær sætið í bestu donsku flogbóltsdeildini, spæla tann seinasta og mest avgerandi dystin í kvøld. Vinna tær eitt sett, er besta deildin veruleiki. Dysturin ímóti Gentofte byrjar klokkan 19.15.
Tær tríggjar føroysku í Amager VK, sum nú í gjøgnum eitt heilt kappingarár hava stríðst fyri at vinna sær sætið í bestu donsku flogbóltsdeildini, spæla tann seinasta og mest avgerandi dystin í kvøld. Vinna tær eitt sett, er besta deildin veruleiki. Dysturin ímóti Gentofte byrjar klokkan 19.15.
Kravið hjá teimum úr AVK í kvøld er at vinna eittans sett. Av tí at tær fyrsta dystin ímóti Gentofte vunnu 3-0, vantast teimum bert at vinna eitt sett til tess at vinna sær luttøku í bestu deildina.
Tær allar tríggjar, Eina Kalsø, Sofía Purkhús og Birgit Guttesen, vóru farna vikuskiftið heima í Føroyum til landsliðsvenjing. Umframt hetta hava tær eisini vant saman við AVK-gentunum. So tær eru heilt víst til dystin fús.
Norðlýsið ætlar at hava mann á staðnum í kvøld. Ætlanin er at dagføra beinleiðis á heimasíðuni frá dystinum í kvøld. Sum sagt, dysturin byrjar klokkan 19.15 (føroyska tíð).




