Norðlýsið fylgir gongdini í Klaksvíkskappingini.
Norðlýsið fylgir gongdini í Klaksvíkskappingini.
NSÍ spælir við einum heilt nýggjum liði í mun til tað, sum spældi í gjár.
NSÍ byrjar við hesum liðnum (4-4-2): Karsten Hansen – Jann Benjaminsen, Jóhann Gaardbo, Jan Ó. Ellingsgaard, Andri Benjamnsen – Jannik Olsen, Karl Løkin, Jann Martin Mortensen, Aron Knudsen – Jonleif Højgaard, Petur Knudsen.
Víkingur byrjar við hesum liðnum (4-2-3-1) : Elias Rasmussen – Gunnar Vatnhamar, Atli Gregersen, Hjalti Strømsten, Hanus Jacobsen – Hans Jørgen Djurhuus, Fróði Benjaminsen, Sølvi Vatnhamar – Filip Djordjevic, Tonni Thomsen, Hans Pauli Samuelsen.
Dómari er Eiler Rasmussen.
4 min.: Tað gongur javnt á uttan stórvegis mál møguleikar enn. Líkindini eru frálík í Klaksvík í dag.
20 min.: Framvegis 0-0. Leikferðin er ikki høg, men bæði liðini royna at søkja at málinum.
27 min.: Atli Gregersen skal spæla bóltin aftur til málverjan, men NSÍ leikari kemur ímillum. Bólturin verður lagdur útfrá til Petur Knudsen, sum skorar til 1-0 til NSÍ.
32 min.: Elias Rasmussen fær hálvbjargað frálíkum langskoti, men Jann Martin Mortensen skorar, tá bólturin kemur útfrá aftur. 2-0 til NSÍ.
42 min.: Gunnar Vatnhamar leggur innfyri úr høgru og frammanfyri málinum stendur Tonni Thomsen, sum skorar til 2-1.
45 min.: Petur Knudsen rennur seg leysan av Atla Gregersen. Atli taklar men verður ov seinur og so er Eiler Rasmussen noyddur at døma brotsspark. Petur skorar sjálvur og so er 3-1 til NSÍ. Tað er eisini hálvleiksstøðan. Leikferðin hevur ikki verið høg, men áskoðararnir hava fingið fleiri mál. NSÍ leikararnir spældu ikki í gjár og kanska er tað orsøk til, at teir eru betri fyri í gjár og hava ein breiðan hóp. Atli Gregersen hevur havt eina minni hepna Klaksvíkskapping higartil. Í gjár fekk hann reytt kort í fyrra hálvleiki og í fyrra hálvleiki í dag hevur hann kostað tvey mál.
55 min.: Besta málið í Klaksvíkskappingini í ár bleiv skorað, tá Jannik Olsen við framúr langskoti økti til 4-1 til NSÍ.
71 min.: Framvegis 4-1 til NSÍ. Jannik Olsen bleiv fyri løtu síðani borin út á børu eftir skaða.
72 min.: Sølvi Vatnhamar legði gott hornaspark innfyri, har Hjalti Strømsten skallaði bóltin í málið. 4-2 til NSÍ.
83 min.: So eydnaðist hjá Atla Gregersen, sum eftir deyðbóltsstøðu skorar til 4-3.
85 min.: Jann Martin Mortensen finnur Hans Marius Davidsen, sum er tryggur, tá hann er fríður. 5-3 til NSÍ.
Liðugt: Tað endaði 5-3 til NSÍ. Vit fingu mál fyri allar pengarnar, hóast leikferðin ikki var høg. NSÍ brúkti sína breidd og tað sá út til at hjálpa, tí leikararnir hjá Víkingi virkaðu tungir, sum er vælskiljandi eftir at teir flestu spældu í gjár eisini.
NSÍ-Víkingur 5-3
1-0: Petur Knudsen
2-0: Jann Martin Mortensen
2-1: Tonni Thomsen
3-1: Petur Knudsen
4-1: Jannik Olsen
4-2: Hjalti Strømsten
4-3: Atli Gregersen
5-3: Hans Marius Davidsen




