Dramatikkur: Tvey beinleiðis reyð kort í fyrra hálvleiki millum Víking og B36.
Vit fylgja gongdini í Klaksvíkskappingini.
Víkingur byrjar við hesum liðnum (4-2-3-1): Elias Rasmussen – Gert Hansen, Atli Gregersen, Óla Kristian Jacobsen, Hanus Jacobsen – Hans Jørgen Djurhuus, Fróði Benjaminsen, Sølvi Vatnhamar – Filip Djordjevic, Adeshina Lawal, Hans Pauli Samuelsen.
B36 byrjar við hesum liðnum (4-2-3-1): Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Andrias Eriksen, Bjarni Petersen, Fróði Rasmussen – Eli F. Nielsen, Róaldur Jakobsen, Philip Lund – Gestur B. Dam, Patrik Johannesen, Benjamin Heinesen.
5 min.: Róaldur Jakobsen hevur lagt B36 á odda við góðum langskoti(myndir viðheftar frá støðuni). Annars hava fáir møguleikar verið fyrstu løtuna. Líkindini eru hampuliga góð at spæla í Klaksvík. Turt og eitt frískt lot.
10 min.: Atli Gregersen var um at javna eftir hornasparksstøðu. Góð bjarging frá Tórði Thomsen.
12 min.: 2-0 til B36. Frálíkt smáspæl endar við at Philip Lund spælir frálíkan bólt fram til Patrik Johannesen, sum skorar trygt. Best spælda álopið í dystinum.
25 min.: Góð roynd frá Fróða Benjaminsen, sum fer beint viðsíðuna av.
36 min.: Dramatikkur í Klaksvíkskappingini. Nærdystur millum Philip Lund og Atla Gregersen endar við, at Philip fýrir Atla móti bandanum. Atli svarar aftur og blívur í øðini og er ikki til at steðga hjá hvørki dómarum ella øðrum. Dómarin, Eiler Rasmussen, gevur bæði Atla Gregersen og Philip Lund beinleiðis reytt kort og tað var helst í lagi útfrá hesi hendingini. Støðan er framvegis 2-0.
43 min.: Sera undirhaldandi dystur millum tvey lið, ið spæla við 10 leikarum. Bæði liðini hava havt fleiri góðar málroyndir. Hjá Víkingi er Fróði Benjaminsen farin aftur í miðverjuna, meðan B36 liðið er óbroytt, har Philip Lund spældi fremsti maður á miðvøllinum.
Hálvleikur:
Støðan er 2-0 til B36 í hálvleikinum. Dysturin hevur verið sera undirhaldandi. B36 hevur átt munin, men bæði liðini kundu fingið fleiri mál í fyrra hálvleiki. Dysturin var eisini merktur av dramatikki, tá dómarin Eiler Rasmussen einki annað val hevði enn at geva bæði Atla Gregersen og Philip Lund beinleiðis reytt kort. Philip fyri at senda Atla inn í síðubandan og Atla fyri hevnisøku og fyri at missa tamarhaldið á sær sjálvum eftir hetta.
48 min.: Bæði liðini eru fullmannaði aftur. Víkingur hevur sett Gunnar Vatnhamar inn á miðvøllin, meðan B36 hevur sett unga á miðvøllin.
48 min.: Róaldur Jakobsen hevur lagt B36 á odda 3-0 eftir innlegg úr vinstru.
54 min.: Hattrik til dagsins leikara Róald Jakobsen, sum skoraði við framúrskarandi frísparki. 4-0 til B36.
65 min.: Filip Djordjevic við roynd á stongina. Í løtuni gongur javnt á og leikferðin er ikki eins høg sum fyrr í dystinum. Á B36 miðvøllinum vísir Róaldur Jakobsen framvegis stórspæl. B36 sær út til at hava stóra breidd í ár, tí B36 spælir uttan Odmar Færø, Alex Mellemgaard, Hannes Agnarsson, Christian R. Mouritsen og Lukasz Zielsewicz. Meðan Víkingur manglar Sorin Anghel, Erling Jacobsen og Andreas Lava Olsen.
78 min.: B36 hevur tamarhald á dystinum og mundi økt til 5-0 fyri løtu síðani. Støðan er 4-0 og serliga B36 hevur skift fleiri ungar leikarar inn, sum spæla væl.
Liðugt: 4-0 til B36
Talan var um frálíkan fyrra hálvleik, men í seinna hálvleiki kom B36 skjótt uppá 3-0 og so var alt avgjørt. Leikferðin dalaði, men liðini høvdu fleiri møguleikar. Dagsins leikari gjørdist Róaldur Jakobsen, ið skoraði hattrik, har m.a. eitt frálíkt beinleiðis fríspark var eitt av málunum.




