Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Beinleiðis frá Teknmálskaféini á Skúlatrøð

Jóhann Lützen

Fylgið við frá kl. 13 tá pallborðsfundur verður á Skúlatrøð við heitinum ”Kunnu fólk við niðursettari hoyrn verða sjófólk, hvat siga altjóða reglurnar”?

 

Leinkjan til Teknmálskafé’ina er her. 

 

Skráin

11.00 – 11.30 Teknmálskaféin letur upp, og borgarstjórin í Klaksvík, Karl Haldorsson Johansen, heldur røðu.

11.00 – 15.00 Brunnurin og postarenning til børn byrjar.

11.00 – 15.00 Katinan opin, selur vafflur og drekka

11.00 – 15.00 Tónleikur – Absalon spælir og Unn syngur

12.00 – 13.00 Sjómenn við niðursettari hoyrn, m.a. skiparar, siga frá teirra lívi umborð á skipi og um Bláubók í sambandi við niðursetta hoyrn.

13.00 – 14.00 Pallborðsfundur: ”Kunnu fólk við niðursettari hoyrn verða sjófólk, hvat siga altjóða reglurnar”?

Beinta Løwe verður vertur og orðstýrari á pallborðsfundinum!

Luttakarar: Høgni Hoydal, landstýrismaður í vinnumálum, Margit Stórá, landstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum, Elsebeth Mercedis Gunleygsdóttur, løgtingskvinna og Meiðfríð Hansen, forkvinna í Deyvafelagnum

14.30 – 15.00 Teknmálstulkar greiða frá arbeiði sínum.

15.00             Teknmálskafféin letur aftur.