Keypmannahavn, flogbóltur: Amager VK skal í kvøld spæla seinasta dystin í ár. Vinna tær eitt sett, er besta danska flogbóltsdeildin veruleiki. Hetta endaði við einum fimmsettara, sum Amager vann 17-15.
Keypmannahavn, flogbóltur: Amager VK skal í kvøld spæla seinasta dystin í ár. Vinna tær eitt sett, er besta danska flogbóltsdeildin veruleiki.
Dagføring:
5. sett: 2-3
– 15-17 til Amager VK. Tær vunnu so statt dystin 2-3.
– 15-15. Dysturin vil ikki geva seg.
– 14-14
– 14-13 til Gentofte.
– 12-12
– 12-10 til Gentofte.
– 12-8 til Gentofte.
– 10-7 til Gentofte.
– 8-6 til Gentofte.
– 7-5 til Gentofte.
Hetta endar við einum fimmsettara.
4. sett: 2-2
– 25-20 til Gentofte. 2-2 í settum
– 16-12 til Gentofte. Amager VK tikið timeout.
– 14-11 til Gentofte.
– 13-6 til Gentofte.
– 10-4 til Gentofte.
– 3-0 til Gentofte.
Nú ræður bara um hjá Amager VK at fáa setningin avgreiddan og vinna dystin
3. sett: 1-2 til Amager VK
– 21-25 til Amager VK. Nú er 1-2 til Amager VK í settum.
– 20-24 til Amager VK.
– 19-21 til Amager VK.
– 18-18. Allar tær føroysku eru inni nú.
– 5-6 til Amager VK.
– 2-2
Hetta settið verður ikki líka nógv dagført. Amager VK verður vinnarin óansæð, hvussu úrslitið lagar seg nú.
2. Sett: 1-1
– 18-25 til Amager VK. Tær eru við hesum settinum fluttar upp í bestu donsku dlogbóltsdeildina. Sofía sló tann seinasta bóltin í gólvið!
– 17-23 til Amager VK.
– 15-22 til Amager VK. Trý stig afturat!
– 13-20 til Amager VK. Nú vantast bert 5 stig og besta danska flogbóltsdeildin er veruleiki hjá Amager VK.
– 10-16 til Amager VK. Nú er eitt pláss í bestu donsku flogbóltsdeildini nær, sera nær!
– 10-14 til Amager VK. Frellurnar frá Amager eru við yvirlutan í løtuni. Aftur eitt timeout til Gentofte.
– 9-10 til Amager VK. Tættur dystur. Ein sera langur bóltur var beint nú, sum Gentofte vann.
– 5-8 til Amager VK. Gentofte júst tikið timeout.
– 4-6 til Amager VK. Ein væl betri byrjan enn í fyrsta setti.
– 3-2 til Gentofte.
– Eina er farin út aftur á beinkin. Sofía er verandi inni.
1. sett: 1-0 til Gentofte
– 25-12 til Gentofte. Gentofte er so statt á odda 1-0 í settum. Amager VK vóru ikki heilt klárar til fyrsta sett. Ov óskipað, hvørki móttøkur og sløg riggaðu væl. Men tær hava fyrr í ár vent dystum.
– 23-12 til Gentofte. Amager VK tapir allarhelst fyrsta sett.
– 20-12 til Gentofte.
– 16-10 til Gentofte. Eina og Sofía eru komnar inn nú.
– 15-8 til Gentofte.
– 14-7 til Gentofte. Tað vísir seg vera torført at fáa nakað spæl í lag hjá Amager VK. Hinar úr Gentofte gagnnýta tørføru løtuna hjá AVK til fulnar. AVK tekur sítt seinna timeout.
– 9-4 til Gentofte.
– 8-3 til Gentofte. Spælið hjá AVK koyrir ikki sum tað plagar. Kanska tað manglar eitt føroyskt íkast.
– Heldur trilvandi byrjan hjá Amager VK. 5-1 til Gentofte og AVK hevur tikið timeout.
– Heimaliðið úr Gentofte byrjar væl. 2-1 til Gentofte.
– Dómarin floytar dystin í gongd. Allar tær føroysku byrja uttanfyri.
Kl. 20.15: Dysturin fer at byrja nú.
Kl. 20.10: Tær allar síggja sera væl upplagdar út. Eina, Sofía og Birgit siga seg vera væl fyri í kvøld. Tær føroysku gleða seg til uppgávuna. Upphiting í skrivandi stund.




