EM-undankapping fyri smátjóðir í Reykjavík, Íslandi: Føroysku kvinnurnar lógu ikki løtu síðuni í dag og avgjørdu beinanvegin við einum tryggum 3-0 sigri. Føroyar hevur nú vunnið tveir dystir og tað er nokk til at sleppa víðari.

Dagføring 19.47: Dysturin er liðugur og Føroyar vann eisini seinasta settið greitt. Settúrslitið gjørdist 25-16.
Dagføring 19.36: Støðan í triðja settinum er nú 13-8 til Føroyar, eftir at tær hava verið aftanfyri 8-3. So tær eru komnar sterkt aftur, hóast eitt sindur av mótbrekku ímóti stóru íslendsku kvinnunum.
Dagføring kl. 19.27: Føroyar eru á odda 2-0 í settum. Settúrslitini vóru 25-14 og 25-16. Tað er talan um greiða yvirvág.
Triðja sett er í gongd nú. Beint nú eru tær íslendsku á odda 4-2. – Verið sitandi, tí vit fylgja dystinum til endan.