icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Beinleiðis søla av sjógæti og brúkarahugburður

Jóhann Lützen

Mikudagin 8. juni kl. 14 verður aftur eitt ókeypis Ocean Cluster Faroes tiltak á Bátasavninum í Leirvík. Tá seta vit fokus á beinleiðis sølu av sjógæti og brúkarahugburð til aldar matvørur.

Brúkarar gerast alsamt meira tilvitaðir um vørurnar teir keypa, og krøvini, sum verða sett til vørurnar um burðardygd, eru økjandi. Ein alsamt vaksandi partur av heimsins sjógæti er aldur, og stórir møguleikar eru at ala ‘nýggjar’ matvørur við lágum umhvørvisligum fótatraðki. Á hesum tiltakinum kemur Poul Martin Petersen, stjóri í Norðfra Danmark, at greiða frá royndunum hjá Norðfra at selja beinleiðis til brúkaran uttanlands. Hann kemur at hugleiða um hvat krevst at koma har til, umframt hvørjar framtíðarætlanir og avbjóðingar eru fyri framman. Hann fer eisini at greiða frá krøvunum, sum brúkarin setur til vørurnar og fyritøkuna.

Les meira her.