Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Beinleiðis stroyming á Norðlýsinum

Ragnhild Ellingsgaard

Hvønn fríggjadag kl. 13 fer Norðlýsið at stroyma beinleiðis á heimasíðuni. Prátað verður við áhugaverdar gestir um evni, sum eru viðkomandi fyri samfelagið, ið vit liva í.

Hvønn fríggjadag kl. 13 fer Norðlýsið at stroyma beinleiðis á heimasíðuni, har prátað verður við áhugaverdar gestir um evni, sum eru viðkomandi fyri samfelagið, ið vit liva í. 

Gestir fyrstu ferð verða Annika Kunoy Im og David Im.

Annika Kunoy Im er fødd og uppvoksin í Klaksvík. Sum ung kvinna flutti hon til USA at lesa á universiteti og har hitti hon David, sum kemur úr Suðurkorea. Tey bæði gjørdust góð og eftir at hava hildið saman í eitt ár avgjørdu tey at giftast. Í dag eru tey foreldur til eina gentu og hava fyri stuttum keypt hús í Klaksvík.

Í prátinum koma vit m.a. inn á mentanarmunin í einum parlagi, har so ymiskir heimspartar hittast. Eisini práta vit um ein útlongsul, sum hevur ført tey bæði so víða um í heiminum, um avgerðina at flyta til Klaksvík at búgva, um heimlongsul og um integratiónspolitikk í Føroyum.

Annika Kunoy Im starvast dagliga sum miðlafólk og David Im er júst settur í eitt verkætlanarstarv hjá Klaksvíkar Kommunu, har hann skal verða við til at orða ein integratións- og útlendingapolitikk fyri býin. 

Tú kanst lurta eftir teimum báðum í morgin, fríggjadag 6. januar, klokkan 13.00 her á heimasíðuni hjá Norðlýsinum.

Harleyfacadeacryl