Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Beinleiðis úr Føroyum til Stokkhólm

Oliver Joensen

Næsta summar fer Atlantic Airways at flúgva til svenska høvuðsstaðin Stokkhólm tvær reisur um vikuna, sigur Atlantsflog í tíðindaskrivi.

 Flogið verður umvegis Stavanger hósdag og sunnudag á hásumri frá endanum av juni til miðjan august.

Felagið væntar at føroyingar fara at taka væl ímóti hesi farleiðini. Stokkhólm er ein vakur og spennandi stórbýir, og Svøríki yvirhøvur hevur nógv at bjóða sum ferðamannaland. Harafturat er príslegan í Svøríki heldur bíligari enn í øðrum norðanlondum. Hetta er fyrsta beinleiðis ferðasambandið millum Føroyar og Svøríki, og tí hevur felagið vónir um, at bæði føroyingar og sviar fara at taka væl ímóti farleiðini. Stavanger ber næsta ár heitið sum ein av mentanarbýunum í Europa og har verður eisini skipa fyri stóru oljustevnuni ONS í august mánaði.

Summarferðaætlanin fyri komandi ár byggir í stórum á somu feraðætlan sum í summar. Kortini eru nakrar fráferðir lagdar afturat til Keypmannahavn, Billund og Aalborg, so veljast kann millum 45 fráferðir um vikuna á farleiðunum millum Føroyar og Danmark.

London flúgvingin verður longd næsta ár, so gongd kemur á flúgvingina í seinasta lagi um miðjan mei og hildið verður á fram til endan av oktober. Somuleiðis verða nakrir túrar til London kring um páskirnar. Flogið verður eisini millum Hetland og London í sama tíðarskeiði.

Komandi summar verður samband við Ísland tríggjar ferðir um vikuna og hagani verður samband við Atlantic Airways til Narsarsuaq í Grønlandi tvær ferðir um vikuna.

.
Vit hava justerað summarferðaætlanina nakað í mun til royndirnar vit hava gjørt okkum í ár. Nakrar fráferðir eru settar inn afturat til Danmarkar, men størsta broytingin er nýggja farleiðin til Stokkhólm, sum vit eru spent uppá. Vit ivast ikki í, at nógvir føroyingar kundu hugsa sær at vitja Stokkhólm ella Svøríki, men hava ongantíð tikið stigið, tí ongin beinleiðis farleið hevur verið. Harafturat tykist tað endiliga, sum føroyingar eru um at taka London til sín sum ferðamál. Tí leingja vit flúgvingina til London komandi ár, sigur Magni Arge, stjóri.