Feløg, ið umboða útróðrarbátar, hava gjørt vart við, at broytingin í kunngerðini fer at hava avleiðingar fyri útróðurin. Er landsstýrismaðurin samdur við útróðrarfeløgunum í hesum?
Spurningar:
Hví hevur landsstýrismaðurin broytt kunngerðina um trolveiðu innan fyri 12 fjórðingar?
Hvør er ítøkiliga broytingin?
Feløg, ið umboða útróðrarbátar, hava gjørt vart við, at broytingin í kunngerðini fer at hava avleiðingar fyri útróðurin. Er landsstýrismaðurin samdur við útróðrarfeløgunum í hesum?
Viðmerkingar:
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ætlar at broyta kunngerðina um trolveiðu innan fyri 12 fjórðingar. Feløg, ið umboða útróðurin, hava í skrivi sagt, at skulu útróðrarbátar kappast við trolarar á innaru leiðunum, so verður ongin útróður longur. Fyri at fáa greiðu á hesum viðurskiftum verður hesin fyrispurningur settur.



