Síðani teir sungu og spældu í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn á heysti í 2007, hava David og Howard Bellamy havt eitt ynski um at komið aftur til Føroya.
Nú gongur ynskið upp, tí leygarkvøldið 16. mai fara teir at hava stóran countrydans í KÍ-høllini í Klaksvík.
Føroyski alskurin til countrytónleik à la Bellamy Brothers og aðrar bólkar og einstaklingar fornoktar seg ikki, og nú verður so enn eitt høvi at hoyra teir báðar heimsgitnu beiggjarnar úr Florida, tí leygarkvøldið 16. mai hava teir stóran countrydans í KÍ-høllini í Klaksvík.
Millum ár og dag er tað ikki smávegis, ið er komið frá Bellamy Brothers, tí síðani 1976 hava teir givið út 29 studioútgávur, eina live-útgávu, 14 uppsamlingar og 70 stakútgávur, umframt at teir hava verið við á øðrum útgávum. Heilar 11 ferðir eru sangir teirra endaðir ovast á tindunum.
Hetta er aðru ferð, Bellamy Brothers vitja í Føroyum, og tá teir vóru her á heysti í 2007 og høvdu konsert í Havn, var nógv fólk og lurtaði eftir góðum og gomlum slagarum, so sum "Let Your Love Flow", "If I Said You Had a Beautiful Body Would You Hold It Against Me", "Redneck Girl" og fleiri øðrum.
Koma nú aftur til Føroya
Føroyavitjanin hevði eisini stóra ávirkan á David og Howard Bellamy, sum síðani hava havt eitt brennandi ynski um at kom aftur hendavegin. Tá Hallur Joensen var í Nashville og tók fløgu sína upp, var tosað við fleiri av tónleikarunum hjá Bellamy Brothers, sum eisini søgdu, at teir fegnir vildu komið aftur til Føroya.
Nú er hetta so fingið í lag, og lagt er upp til enn eitt ógloymandi kvøld við Bellamy Brothers – hesa ferð í KÍ-høllini í Klaksvík. Dyrnar lata upp klokkan 22, og fram til kendu gestirnir trína á pallin klokkan 23.30, fer blandaður country-tónleikur at seta sín dám á og skapa rætta lagið í høllini.
Tá so David og Howard Bellamy koma framat, fara teir at spæla í hálvanannan tíma, so her er altso eitt ríkt høvi at uppliva stóru stjørnurnar á føroyskum palli. Og tá teir eru lidnir, fer Hallur Joensen at spæla í einar tveir til tríggjar tímar, so hetta verður eitt country-kvøld frá byrjan til enda.
Fyrireikarar av hesi forkunnugu konsert eru Klaksvíkar Billardfelag og Allan Samuelsen, og atgongumerkini til konsertina, sum kosta 350 krónur eru at fáa í FK-handlunum kring alt landið.




