Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Benteke til Liverpool

Jákup Ósá

Liverpool fer at brúka Raheem Sterling pengarnar uppá Aston Villa álopsleikaran Christian Benteke.

Tað eru bæði Liverpool Echo og The Times, sum í dag skriva, at Liverpool hevur avgjørt at keypa Christian Benteke frá Aston Villa. Benteke hevur ein sáttmála ið sigur, at hann kann fara, um eitt felag bjóðar 32.5 milliónir pund uppá hann. Og tað er hetta, ið Liverpool nú er sinnað til. Sostatt 
24 ára gamli Benteke hevur skorað 49 mál í 101 dystum fyri Aston Villa. Sostatt fer Liverpool at brúka nærum allan peningin, ið felagið fekk inn fyri Raheem Sterling, uppá belgiska álopsleikaran.