Tey, sum minnast eitt sindur um kommunalu gongdina í Klaksvík, minnast eisini, at einaferð var uppskot frammi um at beina fyri gomlu handilsbygningunum úti í Klaksvík, fyri í staðin at skipa fyri einari bingjuhavn.
Tað mundi eydnast!! Onkur av teimum, sum var fyri avgerðini situr enn í býráðnum, og tí er orsøk til at óttast fyri øllum møguligum vanlukkum, hvat fornminnum í Klaksvík viðvíkur.
Umframt fornu bústaðirnir við Borðoyavíkina, er ikki nógv av gomlum í Klaksvík, og tí er alneyðugt at verja um tað sum er av gomlum. Sjálvur má eg siga, at tað gjørdi mær ilt tá gomlu húsini hjá Eskild á Selheyggi máttu víkja fyri billismuni. Tað er onki at ivast í, at var viljin til tess, so funnust aðrir útvegir. Men, virðingin fyri tí gamla er eftir øllum at døma ikki heilt stór.
Nú frætti eg so, at eini gomul hús á Stongunum eisini skulu víkja eirindaleyst fyri billismuni. talan er sjálvandi um húsini hjá Símun Júst og Berlinu. Húsini hjá Fjallheim eru longu rokin. Kanska rúka húsini hjá Kristionnu eisini, tí tey eru illa farin av eldi. Men, ólukkan má ikki henda, at frálíka væl hildnu húsini hjá símun Júst og Berlinu eisini skulu rúka!
Í hesum hátøkniligu døgum ber væl til at flyta húsini nakrar metrar niðan á stykkið og soleiðis bjarga teimum. Hjallurin hjá teimum stóð hóast alt einaferð norðanfyri Garðabrekkuna.
Bar til at flyta hann tá, so ber eisini til at flyta húsini niðaneftir, í hesum hátøknidøgum. Kompensatiónin fyri aktivt skandaluvirksemi, fyri at ríva húsini niður, kann so í staðin nýtast til at flyta húsini nakrar metrar niðan frá vegnum, soleiðis at ferðslan verður ótarnað.
Góðu tit verið góð við Klaksvíkina! Har er ikki ørgrynna av gomlum, og er tað fyrst farið á Bukkvald, so eer tað farið á Bukkvald. Eg búði í nøkur ár í Chichestar í suðuronglandi, ein søguligur býur, sum rómverjar grundaðu áðrenn Kristi føðing.
Kring gamla rómverska býarmúrin stóðu ein hópur av arbeiðarakroysum – smá, vøkur og væl hildin hús. Men, tey máttu víkja fyri billismuni – nú irða tey seg "gul og grøn", tí hesin týðandi tátturin í søguni hjá arbeiðandi fólkinum fór á Bukkvald, meðan "fínu" fornminnini hjá rómverjum vórðu vard.
Eru vit í ferð við at gera sama mistakið í Klaksvík?
Gjørd ger fær onga vend!




