Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bernardo Silva hevði rósandi orð at bera føroyingum

Jákup Ósá

(Porto) 23 ára gamli Manchester City leikarin hevði rósandi orð at geva føroyska liðnum eftir dystin í Porto hóskvøldið.

Portugal vann 5-1 eftir 2-1 leiðslu í hálvleikinum. Bernardo Silva, sum Manchester City keypti í summar fyri áleið 400 milliónir frá Monaco, var nøgdur við sigurin og helt, at 5-1 var rættvíst úrslit.

– Vit byrjaðu væl við málinum frá Cristiano. So skoraðu vit aftur, men teir fingu minkað um munin áðrenn hálvleik. Men eg haldi, at vit svaraðu væl aftur eftir hálvleik, segði Barnardo Silva við Norðlýsið eftir dystin.

– Vit vóru á heimavølli, og vit væntaðu, at teir vildu spæla verjukent. Men vit vistu eisini, at tað fór ikki at vera lætt at skapa møguleikar. Tað var heppið fyri okkum, at vit skoraðu tíðliga. Í seinna hálvleiki skaptu vit nógvar møguleikar. Vit vunnu, og tað var tað mest týðandi. Vit eru glaðir fyri sigurin. Eg haldi, at 5-1 var rættvíst útfrá mátanum, sum vit spældu, trýstu og hildu teimum frá at spæla, segði hann.

Tá vit spurdu hann um føroyska liðið, so hevði hann rósandi orð at bera teimum.

– Føroyar hava eitt gott lið. Tí burtursæð frá, tá Føroyar spæla ímóti Portugal, so tapa teir ongantíð stórt, tá teir tapa. Tað er við einum ella tveimum málum. So tað er eitt kappingarført og kropsliga sterkt lið og eitt lið, sum altíð gevur seg hundrað prosent á vøllinum, og tað er gott. Teir hava góðar leikarar. Vinstri vongurin er góður, og á miðvøllinum eru góðir leikarar eisini. Í verjuni hava teir kropsliga sterkar leikarar, segði Bernardo Silva við Norðlýsið eftir dystin.