Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

BERØA Í SALTANGARÁ – Jesus kemur aftur skjótt

Poul Jóhan Djurhuus

Ungdómurin í Berøa í Saltangará skipar fyri evangeliskari møtirøð komandi vikuskifti, 22 – 24 januar undir heitinum: “Jesus kemur aftur skjótt! – Ert tú til reiðar?

Átta møtir verða í alt, sum verða ein blanding millum evangelisk møtir, uppbyggingarmøtir og ungdómsmøtir. Tað verður eisini ein breið vifta av talarum, sum koma ymsastaðni frá í landinum. Høvuðsevni á møtunum verður: “Jesus kemur aftur skjótt!”

Millum talararnar verða Pætur Hansen og Ragnar Ludvig. Gingið verður í húsini við innbjóðingum og einum bóklingi, sum nýliga er givin út og eitur: Søgan um Kongin. Eisini er ein plakat gjørd, sum verður hongd upp við Skálafjørðin.

Fyrsta møti verður fríggjakvøldið 22. januar kl.19.00 og sama kvøld verður ungdómsmøti kl.22.00 Seinasta møti verður sunnukvøldið kl.19.00

Leygardagin og sunnudagin kl.16.00 verður lýst við uppbyggingarmøtum, har ávíkavist Óli Steinberg, Zacharias Zachariassen, Jóhan Petersen og Jens Bech koma at tala.

Dentur verður lagdur á nógvan felagssang, og Svein í Prestgarði, sum nýliga hevur givið út fløgu, kemur eisini at syngja.

Millum møtini sunnudagin kl.16.00 og kl.19.00 verður nátturði.

Fyrireikararnir siga, at teir bjóða ungum sum eldri til øll møtini, og at øll eru hjartaliga vælkomin.