Hetta er sjálvandi sera óheppið, tí norðoyastevnan er fyri ungdóm og ítróttina plagdi John Reid Bjartalíð at siga, er viðmerkingin frá Manna Høgnesen, sum samskipar dystarskránna hjá KÍ
– Vanliga plaga øll liðini hjá KÍ at spæla heimadystir á Norðoyastevnu, og tá pláss ikki er fyri hesum í vikuskiftinum, hevur verið vanligt at dystir hava verið leiktir alla vikuna.
– Eisini er tað ein siðvenja at vit lata steyp og heiðursmerkir til allar dystir sum vera leiktir í Norðoyastevnuvikuni, og hetta hava tey ungu verið sera fegin um, sigur Manne Høgensen.
Óheppin samanrenning
At hendan norðoyastevnan bert hevur tveir fótbóltsdystir á skránni er ein óheppin samanrenning av umstøðum sigur Manni Høgnesen.
– Fyri tað fyrsta eru innleiðandi kappingarnar í yngru deildunum endaðar fyri kortum og tí hevur ikki verið tíð til at fastlagt hvussu kappingin víðari skal vera.
– Eisini eru landsdystir á skránni á Norðoyastevnu og tá er ikki vanligt at kappingar eisini eru á skránni.
– Tað er sjálvandi óheppið at so fáir fótbóltsdystir eru á skránni á Norðoyastevnu, tí John Reid Bjartalíð plagdi at taka til at stevnurnar vóru fyrst og fremst fyri ungdómin og ítróttina.
So er eisini spurningurin hvat ungdómurin so fer at brúka tíðina til á Norðoyastevnu um tey ikki eru aktiveraði í ítróttini.




