Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Besta byrjan hjá einum suðuroyarliði í 37 ár

Jákup Ósá

Oddaliðið TB/FC Suðuroy/Royn hevur fingið sjáldsama góða byrjan uppá kappingarárið.

Oddaliðið TB/FC Suðuroy/Royn hevur fingið sjáldsama góða byrjan uppá kappingarárið.

Talan er um fyrsta árið við samanløgdum liði, so vit hava einki at samanbera við. Men skulu vit samanbera við onnur lið úr Suðuroynni, so skulu vit aftur til 1980 fyri at finna eitt lið, sum hevur fingið betri byrjan. Tá hevði TB eisini havt 12 stig, um ein fekk 3 stig fyri at vinna dyst, men betri málmun enn núverandi oddalið. TB vann FM sama ár, heili 5 stig frammanfyri HB.