Við einum knúsandi 9-0 sigri á VB/Sumba í Vági sunnudagin tryggjaðu KÍ kvinnurnar sær sítt níggjunda meistaraheitið á rað. Eitt ótrúligt avrik, sum ikki kennir sín líka í føroyskari fótbóltssøgu. HJARTALIGA TILLUKKU, KÍ-KVINNUR!! BESTU ÍTRÓTTARUMBOÐ KLAKSVÍKAR!!
Tað er munur á monnum, ella rættari á kvinnum og monnum í KÍ í løtuni.
Á manssíðuni er málið í løtuni at yvirliva í Formuladeildini, meðan gull-kvinnurnar hjá sama felag hava eitt heilt annað og øðrvísi flog og mál.
Sunnudagin hevði KÍ sín 104 ára føðingardag, og júst hendan dag tryggjaði besta kvinnuliðið hjá KÍ – og í landinum – sær meistaraheitið.
Tær vóru á vitjan suðri í Vági hjá VB/Sumba, har tær vundu burtur úr heimaliðnum og vunnu heili 9-0.
Harvið tryggjaði KÍ sær sítt níggjunda føroyameistaraheitið á rað, sum ongantíð áður er gjørt av nøkrum øðrum felag á hægsta støði í føroyskum fótbólti.
Enn resta fýra umfør at spæla í 1. deild hjá kvinnum, so talan er um eitt framúr avrik í einum kappingarári, har onnur lið veruliga høvdu sett sær fyri at fáa KÍ av trúnuni.
HJARTALIGA TILLUKKU, KÍ-KVINNUR – VIT ERU ERRIN OG GLAÐ SAMAN VIÐ TYKKUM – TIT ERU BESTU ÍTRÓTTARUMBOÐ KLAKSVÍKAR – HJARTALIGA TILLUKKU!!




