Bill M. Jacobsen var sum tey flestu ikki í iva eftir dagsins U21 landsdyst: Týskland er besta U21 landslið, ið Føroyar nakrantíð hava møtt.
Bill M. Jacobsen var sum tey flestu ikki í iva eftir dagsins U21 landsdyst: Týskland er besta U21 landslið, ið Føroyar nakrantíð hava møtt.
U21 landsliðsvenjarin segði soleiðis við Norðlýsið eftir dystin:
– Eg var kanska í iva áðrenn dystin. Men nú eri eg ikki í iva. Týskland er besta liðið, ið vit hava møtt. Okkara upplegg riggar væl og vit stríðast fyrimyndarliga, men tað var bara ikki nokk. Teirra leikarar spæla allir til dagligt í Bundesliguni og tann kappingin er kanska heimsins besta kapping, um vit taka útgangsstøðið í Champions League, har báðir finalistarnir í mai mánaða vóru úr Bundesliguni. Og 3-0 var nokk munurin á liðinum, segði annar av U21 landsliðsvenjarunum Bill M. Jacobsen við Norðlýsið eftir dystin í kvøld.




